2022-09-06 08:02
Fríggjakvøldið 9. september kl. 20 verður aftur ein stovukonsert í KFUK í Havn í sambandi við 100 ára haldið hjá felagnum.
Hesaferð er tað fólkakæri sangarin og sangskrivarin MC Restorff, sum hevur stovukonsert. Umframt at vera kendur hotelmaður, er MC ommusonur Jóhonnu Restorff, ið var ein av stovnarunum í KFUK í høvuðsstaðnum, og hon var trúgvur limur í felagnum.
Eisini verður drekkamunnur í samband við ókeypis konsertina í hugnaligu stovuni í KFUK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald