Innanlands

Mein Schiff 3 vitjar í Runavík í morgin

Tey 2500 ferðafólkini eru boðin til føroyskan dans

Í juni vitjaði Mein Schiff 3 í høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Í juni vitjaði Mein Schiff 3 í høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-20 07:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stóra ferðamannaskipið Mein Schiff 3 vitjar í Runavík á fyrsta sinni leygardagin 21. juli. Skipið liggur við kai frá klokkan 7 - 19.30.

Runavíkar Havn er, saman við Visit Runavík, til reiðar at taka væl ímóti ferðafólkunum.

Umframt at skipað verður fyri ymsum útferðum og upplivingum í umráðnum, eru gestirnir bjóðaðir við til árliga Laksatorgið við Bátahylin í Runavík, og klokkan 16 verður føroyskur dansur við Eysturoyar dansifelag, har øll fáa høvi at luttaka. Føroyski dansurin er hesaferð partur av fjølbroyttari pallskrá á Laksatorginum.

Mein Schiff 3 er 293,2 metrar til longdar og umborð eru umleið 2500 ferðafólk úr
Týsklandi, Eysturríki og Sveis. Manningin telur 1000 fólk. Tað er týska reiðaríið Tui Cruises, sum eigir skipið og føroyska umboðsfelagið er Faroe Ship.

Runavíkar Havn og Visit Runavík gleða seg at taka ímóti Mein Schiff 3.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder