2025-10-04 11:10

Í morgin, sunnudagin 5. oktober klokkan 11 verður hátíðargudstænasta í Glyvra kirkju, í sambandi við, at Glyvra prestagjald nú hevur 25 ár á baki.
Eisini eru 25 ár liðin, síðani Meinhard Bjartalíð varð innsettur sum sóknarprestur í tí tá spildurnýggja prestagjaldinum.
Kór Glyvra kirkju syngur, og eftir gudstænastuna verður móttøka við tí, sum hartil hoyrir, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald