Mentan

Meira altjóða heiður til tvær matstovur í Havn

Poul Andrias Ziska og Sebastian Jiménez fingu ávikavist ein og tveir kokkaknívar frá The Best Chef Awards – Sebastian fekk enntá ein serligan heiður

2025-10-02 21:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvar eru heiðurslønirnar innan altjóða matstovuvinnu, og í kvøld vóru heimsins bestu kokkar savnaðir í italska býnum Milano í sambandi við at The Best Chef Awards vórðu latnar.

Her var eisini boðað frá, hvørjir kokkar kunnu hanga eitt serligt spjaldur upp á matstovum teirra sum tekin um kokkakynstur í heimsflokki.

Teir allarbestu fáa eitt spjaldur við trimum kokkaknívum, nakrir fáa tveir knívar fyri ‘world class’ og nakrir fáa ein kokkaknív ‘excellent’.

Poul Andrias Ziska, hvørs spildurnýggja matstova, Paz í Dr. Jacobsensgøtu fekk tvær stjørnur frá Michelin í vár, varð heiðraður við einum knívi frá The Best Chef Awards.

Meðan meksikanski høvuðskokkurin á matstovuni Ræst, Sebastian Jiménez, varð heiðraður við tveimum kokkaknívum – tað vil siga, at hann varðveitti teir báðar kokkaknívarnar, sum hann fekk fyrstu ferð í fjør.

Komandi ættarlið

Men ikki nokk við tað. Sebastian Jiménez varð róptur upp á pallin fyri at móttaka ein heilt serligan heiður, sum ársins framtíðar kokkur. Heiðurslønin kallast The Best Next Gen.

Grundgevingin fyri at lata hendan heiðurin til Sebastian Jiménez ljóðaðu nøkulunda soleiðis:

“Hansara matgerð blandar aldargomlu siðvenjuna at ræsa mat við livandi smakkirnar í Føroyum, sum stundum verða ávirkaðir av hansara egna meksikanska siðaarvi. Við anda og orginaliteti umboðar hann komandi ættarliðið av kokkum at halda eygað við”.

Teir tríggir bestu av kokkunum, sum fingu tríggjar kokkaknívar í kvøld, vóru navngivnir. Og heimsins besti kokkur er aftur í ár danin Rasmus Munk, høvuðskokkur á stílskapandi og heilt serligu matstovuni, Alchemist, í Keypmannahavn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder