Innanlands

Meirathon fyri fyrstu ferð í Havn

Talan er um eitt rørslutiktak, sum CP Føroyar skipar fyri leygardagin 14. september klokkan 15. - Talan er ikki um kapping, men um at røra seg so nógv, sum ein megnar

2025-09-11 19:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meirathon.

Hetta verður lýst sum eitt "eitt øðrvísi og atkomuvinaligt rørslutiltak í Tórshavn". Øll kunnu luttaka - eisini tey, sum vanliga ikki hava møguleika at vera við á ítróttartiltøkum.

- Talan er ikki um kapping, men um at røra seg so nógv, sum ein megnar – hvør sínum egna lag. Á skránni er eitt atkomuvinaligt mini-triatlon við ymiskum aktivitetum, m.a. eitt “centimetur-marathon”, har hvør rørslusentimetur telur.

Soleiðis skrivar CP Føroyar, sum leygardagin 14. september skipar fyri fyrsta slíka tiltakinum í Føroyum.

CP Føroyar er er eitt undirfelag hjá MEGD. CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu, og varð hetta ofta fyrr kallað spastiskt lamni.

Tiltakið byrjar á Vaglinum klokkan 15. Farið verður til Boðanesheimið – og so aftur til Vagli. Á skránni verða eisini undirhald og smáar verkstovur.

Alt tiltakið er gjørt atkomuvinarligt, skrivar CP Føroyar.

Atgongumerki fáast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder