Ein meiriluti av føroyingum halda, at Føroyar framhaldandi skulu hava fiskivinnuavtalu við Russland.
Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið, og sum varð kunngjørd í Degi og viku í kvøld.
56 prosent av teimum spurdu svaraðu ja, tá spurningurin "Skulu Føroyar hava fiskivinnuavtalu við Russland" varð settur, og 26 prosent svarðau nei. 17 prosent søgdu seg ikki vita.
Um hugt verður nærri eftir tølunum, er tað serliga uttanfyri høvuðsstaðin, at hildið verður, at samstarvið skal halda fram. 65 prosent uttanfyri høvuðsstaðin halda, at Føroyar skulu gera nýggja fiskivinnuavtalu við Russland, og 21 prosent eru ímóti.
Í høvuðsstaðnum er eisini ein meiriluti sum ynskir samstarv við Russland. 44 prosent taka undir við at gera fiskivinnuavtalu við Russland, og 34 prosent sum siga nei, vísir kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fara í morgin til ráðførslu í uttanlandsnevndini í løgtinginum um fiskiveiðuavtalu við Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald