
Síðani klokkan hálvgun ellivu fyrrapartin hevur verið møguligt hjá brúkarum á Portalinum at givið sína meining til kennar um springaradráp.
“Eiga vit at halda fram við springaradrápi”, ljóðaði spurningurin sum heili 8180 brúkarar hava svarað.
Spurningurin er settur tí nógv kjak hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av stóra drápinum í Skálafirði í gjár, tá 1428 springarar løgdu beinini.
Atkvøðugreiðslan vísir, at ein meiriluti heldur at føroyingar eiga at gevast við at drepa springara, tí heili 58 prosent hava svarað nei.
33 prosent hava svarað, at vit eiga at halda fram at drepa springarar meðan 9 prosent siga seg ikki vita.
Atkvøðugreiðslan endaði klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald