Innanlands

Meirrentan á tvey-ára landskassaláni 0 prosent

Meirrentan hevur ongantíð verið so lág hjá landskassanum.

2020-05-26 20:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landskassin tók týsdagin í farnu viku tvey lán, eitt tvey ára og eitt fimm ára lánsbrævalán. Á tvey ára láninum á 1.300 mio. kr. rindar landskassin marknaðarrentuna. Meirrentan (spreadið) landskassin vanliga rindar afturat marknaðarrentuni var sostatt 0%. Meirrentan hevur ongantíð verið so lág hjá landskassanum.

Meirrentan vísur, hvat lántakarin skal rinda fyri kreditváða og gjaldførisváða (umsetiligheit). Hóast Føroyar hevur lítlan búskap, sum er rættiliga eintáttaður samanborin við aðrar búskapir, og hóast føroysku lánsbrøvini eru trekari at handla (lítil likviditetur í seriuni) enn eitt nú donsk og týsk lánbrøv, so kravdu lánsveitararnir ikki eina eykarentu fyri at keypa føroysku lánsbrøvini. Hetta hóast stór óvissa er á marknaðinum (korona), sum vanliga ger, at lond, sum ikki hava hægstu rating (AAA), mugu rinda eina eyka rentu.

Meirrentan á fimm ára láninum var 0,24%. Hetta lánið skal rindast aftur seinni, og óvissan er tí størri.

Í august í fjør uppstigaði ratingfyritøkan Moody’s ratingina hjá føroyska landskassanum. Ratingin sigur nakað um, hvussu Moody’s metir, at landið er ført fyri at rinda lán aftur. Ratingin hjá landskassanum er Aa2, um er triðhægsta rating av 21 møguligum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder