Innanlands

Meirvirðisgjald og tollur meira enn helvtin av inntøkum landskassans

Meira enn helvtin av inntøkunum hjá landskassanum koma frá tolli og avgjøldum. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ongar ætlanir um at strika tey.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-13 07:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fíggjarlógini fyri 2026 standa avgjøld og tollur samanlagt fyri 51,4 prosentum av inntøkunum hjá landskassanum. Í 1997 var parturin 37,5 prosent.

Hetta sigur Aksel V. Johannesen í einum svari upp á ein grein 52 fyrispurning frá Bjarna K. Petersen, løgtingsmanni fyri Framsókn.

Meirvirðisgjaldið er størsta einstaka avgjaldið. Tað stendur fyri 29,7 prosentum av inntøkunum í ár, í mun til 23,5 prosentum í 1997. Punktgjøldini eru fallin úr 5,9 prosentum niður í 3,1 prosent, meðan tollurin alla tíðina hevur ligið um eitt prosent.

Landsstýrismaðurin vísir á, at stóru broytingarnar fyrst í tíðarskeiðinum standast at nakrar mun av, at 900 milliónir krónur av skuldini vórðu strikaðar í 1998, og at blokkstuðulin varð lækkaður í 2002.

– Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at strika toll, punktgjøld ella avgjøld, skrivar Aksel V. Johannesen.

Hann leggur afturat, at verður nakað av hesum strikað, má inntøkumissurin fíggjast við øðrum inntøkum hjá landskassanum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder