
Veðrið farna fríggjadag heima á Sandi var framúr gott, og tað var ein vælhugað fjøld sum í vesturskini og silvitni leitaði sær inn í Virkið. Gamla mentanarhúsið heiman á Sandi hevur fingið eitt ”make over”, dansihølið er nú stak hugnaligt, og tað ber til at keypa sær ein g&t ella ella eitt glas av víni inn við um tú leggur í.
Fólk vóru komin í Virkið at lýða á Føroya besta trubadour, sjálvan Stanley Samuelsen. Á slagið átta trein Stanley summarklæddur og væl upplagdur inn á pallin og varð fagnaður við lógvabrestum frá einum fullsettum Virki. Stanley bergtók okkum øll beinanvegin við sínum tónleiki og tulkingum.
Har komu teir allir; Tá eg verði gamal, Regn, Gorfuglurin, Um eg kundi kvøði og fleiri við teimum. Tað er stórt bragd, sum Stanley hevur gjørt, við at tulka okkara hetjur H. A. Djurhuus, Janus Djurhuus, Chr. Matras og Jóaness bónda, og gjørt teirra skaldskap ódeyðiligan og ógloymandi.
Í ein heilan tíma gleddi Stanley okkum og hansara guitarspæl var framúr, sublimt og ikki ein tóni skeivur.
Tá seinasta lagið varð spælt komu rungandi da capo brestir og Stanley kvitteraði við Yesterday.
Síðani takkaði Stanley fyri seg og bað Jesuspápan vera við okkum í salinum og vit kunnu bara siga ”Hann veri hjá tær”, og takk Stanley fyri at tú gjørdi hetta vakra kvøldið á Sandi ógloymandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald