2023-10-14 10:32
Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum bónda í Kalsoynni, sum ynski at melda nakrar útlendingar, tí teir vóru farnir ein túr í hagan hjá honum uttan loyvi.
Teir eru meldaðir fyri brot á grein 41 í “Lov for Færøerne om Hegn og Markfred” frá 1937.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta hendir, so har er einki fordømi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Revsingin fyri brot á grein 41 í hesari lógini er bót, og hon verður mett at verða um 1.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald