Innanlands

Meldaður fyri harðskap í Rúsuni

Fyrrapartin gjørdist ein kundi í Rúsuni í Havn heldur harðligur. Løgreglan veit hvør viðkomandi er, og arbeitt verður við málinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-30 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur fingið eina fráboðan um harðskap, sum skal vera farin fram í Rúsuni í Havn fyrrapartin.

Tað er eitt starvsfólk í Rúsuni, sum hevur meldað kundan fyri harðskap.

Vatktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at málið er skrásett fyri løtu síðani, og at tey ikki hava fingið fatur á meldaða kundanum enn. Hann leggur kortini afturat, at tey vita, hvør tað er.

Vakmyndatól vísa eisini greitt hvat er farið fram.

Hendingin skal vera fram inni í handlinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder