Nakrir dropar av sirmi órógva ikki lagið í Syðrugøtu tá G! Festivalur er. Bara tað ikki er vindur.
Tí gjørdist annar dagurin á G! eisini væleydnaður, hóast onkur fekk karm.
Tónleikaliga lyftist støðið eisini henda fríggjadagin í mun til kvøldið fyri.
Festivalurin borðreiddi við nøkrum av tí besta, sum føroyski tónleikapallurin kann bjóða, byrjað við Plúmm, Knút Eysturstein, Daniu O. Tausen og Eivør, og endað við Hamferð og Aggrasoppum.
Størst av øllum
Men størst av øllum er Eivør.
Hóast hon er og hevur verið fastur gestur á G!, so er Eivør eitt ‘mást’ hvørjaferð. Tað sást á stóru fjøldini, sum var til konsertina hóast lutfalsliga tíðliga. Tað var greitt, at eisini tey, sum hugnaðu sær kring nátturðaborðini við hús í Syðrugøtu høvdu brotið veitsluna av fyri at uppliva tað dýrmætasta, sum bygdin kann bjóða.
Sí allar myndirnar frá fríggjadegnum
Og tað gjørdist eisini ein frálík konsert. Skal ein fingur setast á, so kundi tað verið, at Eivør onkursvegna nú hevur flutt seg frá tí fólksliga og yvir í eitt annað tónleikaligt univers, har fólkið, líka sum ikki er við. Hon leggur ikki upp til felagssang longur (uttan at tað skal ljóða sum nakað neiligt).
Tí gjørdist tað nærum komiskt – tilvitað, eyðsæð – at einastu ferð Eivør royndi at fáa fjøldina at syngja saman við sær, var til eitt petti av hennara eyðkendu barkaljóðum, sum ongin annar enn bara hon sjálv er før fyri at fáa fram...
(Eivør var einasta føroyska navnið, sum hesin ummælarin upplivdi hetta kvøldið í Gøtu)
Jamie Grey
Óslípaður gimsteinur
Men tey útlendsku nøvnini høvdu eisini eitt støði, sum – næstan – var á hædd við Eivør.
Hjá Jamie Grey úr Onglandi var úttryksformurin tó eitt sindur meira – nei nógv meira – eyðmjúkur. Kanska hann ikki enn hevur vant seg við, at fólkið tekur so væl ímóti hansara sangum. Hann er vistnokk spildurnýggjur á altjóða tónleikapallinum, hóast ongin ársungi.
Framførsla hansara á Spæliplássinum var frálík við inniligum sjálvskrivaðum sangum. Ein óslípaður gimsteinur. Maðurin hevur avgjørt eina gylta framtíð framman fyri sær sum sangari og sangskrivari. Minti ikki sørt um Passenger – btw. eitt navn, sum hevði riggað væl í Gøtu.
Stórsligið
Men Highasakite úr Noregi varð høvuðskonsertin. Bæði í gjár og væntandi á øllum festivalinum.
Eitt stórsligið show við dragandi Ingrid Helene Håvik á odda. Tættsitandi ámálaða draktin vísti seg kanska at vera heldur tunn til surkið í Gøtu, so hon byrjaði stórsligna showið við einum dýnufrakka uttaná, sum tó skjótt varð blakaður, men farin í aftur longur út á kvøldið.
Tónleikurin og sangurin var eisini stórsligin. Pallsetingin var veruliga nakað, sum tey høvdu gjørt sær ómak við, og so upplivdu vit eina framførslu í skreyteldagerð (tað er føroyska orðið fyri pyroteknik) eisini.
Luftdálking
Hmmm. Eitt sindur óhóskandi fyri G! faktisk. Ikki so ofta, at høvuðsnøvnini á G! síggja seg noydd til at taka slíkan teknikk til hjálpar fyri at bergtaka fjøldina. Men flott og hugtakandi var tað.
Tó – at leggja eitt svart illaluktandi roykskýggj yvir fjøldina og bygdina var óhóskandi, ja nærmast í andsøgn við heimsmálini fyri burðardygga menning, sum vit trúðu, at G! Festivalurin royndi at fylgja.
Ósanitert
Nú vit tosa um heimsmál, so ljóðar mál nummar 6 soleiðis: “Tryggja øllum, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt”. Hetta er ikki galdandi í Syðrugøtu í hesum døgum.
Jú, vesini verða reinhildin av einslistum. Men tey eru ov fá. Bíðirøðirnar eru so langar, at okkurt óiva er farið í undirbuksurnar. Og tey – teir – ið frá náttúrunnar síðu hava fingið eitt framstandandi amboð til tess at sleppa av við vatnið, mugu klóra seg eftir slíggjutum fjarðargróti í myrkrinum fyri at finna lívd til eina friðarliga løtu saman við javnaldrinum. Slíkt er óvirðiligt.
Ein pissirenna aftan fyri onkran hálvvegg, sum vit síggja tað á øllum øðrum festivalum, sum taka saniteru viðurskiftini í álvara, átti at verið tað lættasta hjá G! festivalinum at fingið stáplað upp á beinini...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald