
Filmshúsið hevur tikið stig til at menna eina føroyska stroymingartænastu, har allar føroyskar filmsframleiðslur og røðir verða nettøkar, boðar Filmshúsið frá í tíðindaskrivi.
Ætlanin er at flokka framleiðslurnar og skipa fyri at nýggjastu framleiðslurnar verða atkomiligar fyri eina rímuliga upphædd, sum fer beinleiðis til føroyska framleiðaran, og aðrar eldri framleiðslur verða ókeypis.
Filmshúsið hevur ment alla verkætlanina og fer at umsita skipanina í samstarvi við veitaran. Verkætlan er umfatandi, men miðjað verður ímóti, at skipanin verður tøk í ár.
– At savna allar føroyskar filmar hevur leingi verið eitt av málunum hjá Filmshúsinum, sigur Jan Berg Jørgensen formaður í stýrinum fyri Filmshúsið.
– Hóast fæið í filmgrunnurin ikki er nógv, so er nokk so nógv framleitt hóast alt, so mann kann bara ímynda sær, hvat hevði komið burturúr, um vit høvðu økt um fæið í grunninum.
Filmshúsið samstarvar við Kringvarp Føroya, Flowcore og felagið Føroysk Filmsfólk.
Øll fáa atgongd til savnið bæði á føroyskum og á enskum. Stroymingartænastan, og harvið filmssavnið, verður atkomilig í øllum heiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald