Mentamálaráðið gevur nú saman við United World College Red Cross Nordic einum føroyskur skúlanæmingi møguleika at taka eitt altjóða studentsprógv.
United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2019 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.
IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentspróvtøku, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.
- Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 90 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum, skrivar Mentamálaráðið.
Studni rindar – eftir umsókn – skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari, sum nevndin fyri UWC Føroyar velur, ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald