2018-09-24 20:17
Mentanardagarnir 2018 í Sunda kommunu eydnaðust sera væl. Tað sigur kommunan á heimasíðuni í dag.
Aldrin áður hava so nógv fólk luttikið og áhugin at skipa fyri tiltøkum var stórur millum feløg og privat persónar, verður sagt.
- Vit í kommununi er hjartansfegin um, at fólkið tekur væl undir við hesum tiltakið. Vit takka øllum sum á ein ella annan hátt vóru við at fyriskipa.
Endamálið við at hava mentanardagar í Sunda kommunu er, at samansjóða fólkið, ið her býr og at fjálga um mentanina.
Kommunan sigur at ynski er at koma runt til allar bygdirnar í hvussu so er annað hvørt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald