Mentan

Mentanarnátt á Tvøroyri í góðveðri

Veðrið vísir seg frá síni allarbestu síðu á Tvøroyri í dag, nú Mentanarnátt er

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2025-05-30 14:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veðrið vísir seg frá síni allarbestu síðu á Tvøroyri í dag, nú Mentanarnátt er.

Í býnum var lívligt virksemi longu frá morgunstundini av, fyri at fáa teir seinastu snøkarnir upp á pláss, tá fáir tímar vóru, til býurin byrjaði at fyllast við fólki.

Sera nógv er á skránni í dag og okkurt er til øll, heilt út á náttina.

Sambært Veðurstovu Føroya verður tað turt og sól á Tvøroyri í dag. Hitin kemur at liggja millum 7-10 stig, tað verður turt og nærum stilli, 2-6 metrar um sekundið. So veðrið er eingin forðing í dag.

Strandferðslan hevur broytta ferðaætlan í dag, men bert til seinasta túrin í kvøld. Hann er fluttur frá kl. 21 til kl. 22. Til ber sostatt at koma suður og njóta Mentanarnáttina og fáa ein tíma eyka, áðrenn leiðin gongur norður aftur.

Skráin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder