Mentan

Mentanarnátt í Kongshøll í september

Mentanarnáttin verður fríggjadagin 10. september, og tá verður listaligi vísindafilmurin, "Almost Human", vístur í Kongshøll við fororðum frá granskarum á Setrinum

2021-08-29 11:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Setrið og Granskingarráðið lata á mentanarnáttini 10. september dyrnar upp fyri almenninginum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Á skránni eru tvær sýningar av filminum, “Almost Human: Notes on the human conditions by 10 scientists and a robot”.

“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o.s.v.

Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk, og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin, sum hevði frumsýning á dokumentarfestivalinum, CPH:DOX, í fjør og síðani hevur verið sýndur á mongum filmsfestivalum kring um í heiminum.

- Vísindini hava av álvara víst seg at vera púra avgerandi fyri okkara vælferð og førleika at handfara álvarsligar støður, tá kreppa rakar. Carlsbergfondet hevur til endamáls at styrkja vísindini og kritisku støðutakanina, grundað á vísindaligar sannroyndir. Tí halda vit, at stundin er komin til, at øll í Danmark, Grønlandi, Føroyum og Íslandi skulu sleppa at síggja “Almost Human” ókeypis, sigur Flemming Besenbacher, professari og nevndarformaður í Carlsbergfondet.

Sýningarnar í Kongshøll verða 10. september klokkan 17 og aftur klokkan 19, og føroysk vísindafólk frá Søgu- og samfelagsdeildini fara at hava stutta innleiðslu undan sýningunum.

Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, hugleiðir undan sýningini klokkan 17, og Firouz Gaini, professari í antropologi, hevur innleiðsluna undan sýningini klokkan 19.

Sýningarnar eru ókeypis, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder