Innanlands

Mentanarvirðislønir landsins verða latnar í morgin

Hetta á almennum hátíðarhaldi í Klaksvík frá klokkan 19. Tríggjar virðislønir verða handaðar

2024-10-22 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alment hátíðarhald verður í Varpinum í morgin, mikukvøldið 23. oktober klokkan 19.

Almanna- og Mentamálaráðið skrivar, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna fer at handa virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk í í Klaksvík.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

Fyrst er tað Mentanarvirðisløn landsins, sum er á 150.000 kr.ónur Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Til seinast er tað serstøk virðisløn, sum er 50.000 krónur Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Tiltakið er alment og ókeypis. Kringvarp Føroya sendir eisini beinleiðis.

Kelda: ammr.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder