Mentan

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens latnar hósdagin

Ein verður latin fyri fyri fagurbókmentir, ein fyri mentanaravrik umframt Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-06 17:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 8. november klokkan 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Ein fyri fagurbókmentir, ein fyri mentanaravrik umframt Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 60 ár á baki
Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og tískil eru 60 ár liðin, síðan mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vórðu latnar á fyrsta sinni. Frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum.

Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðarnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 8. november, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi.

placeholder
placeholder