2023-08-31 17:50

Á altjóða rúmdarstøðini, í ringrás um Jørðina í 386 kilometra hædd við einari ferð upp á 27.700 kilometrar um tíman hongur Merkið.
Tað er danin Andreas Mogensen, sum næstu seks mánaðirnar skal gera ymsar uppgávur á rúmdarstøðini, sum hevur hongt tey trý fløggini í ríkisfelagsskapinum.
Grønlendska Erfalasorput, danska Dannebrog og føroyska Merkið.
-
Andreas Mogensen og hinir vórðu sendir upp á Altjóða rúmdarstøðina leygardagin, og skulu næstu seks mánaðirnir loysa ymsar uppgávur (Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald