Innanlands

Merkta grindin er í Bankarennuni

Tveir grindahvalir vórðu merktir við fylgisveina-sendarum á sandinum í Bø leygardagin. Síðani hava teir hildið saman og hava seinasta samdøgið ferðast einar 15 fjórðingar,

Mynd: hav.fo

Mynd: hav.fo

2020-06-09 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. juni 2020 vóru tveir grindahvalir merktir við fylgisveina-sendarum á sandinum í Bø. Ein grind á umleið 30 hval var sædd á fjørðinum um morgunin, og avrátt var at royna at merkja grindina.

Havstovan greiðir á heimasíðu sínari frá, at tað var kyrt á sandinum, hóast tað var tráður vindur. Tað gekk væl at reka grindina, men tá grindin kom inn ímóti, gjørdist ókyrt, og tí eydnaðist bert at merkja tveir av ætlaðu fimm hvalunum, meðan 19 hvalir máttu avlívast, tí teir endaðu uppi á turrum. Sostatt svumu merktu hvalirnir avstað aftur í einum minni bólki á umleið 10 hval.

Les eisini: Merkja grindina - gekk ikki heilt sum ætlað
                18 hvalir avlívaðir

Eftir at hava dvalt nakað á Sørvágsfirði, fór merkta grindin vesturum og suður við Føroyum, og er nú triðja dagin komin suður í Bankarennuna. Báðir teir merktu hvalirnir halda saman, og hava seinasta samdøgri ferðast einar 15 fjórðingar, skrivar hav.fo

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder