2023-07-22 12:47
19. juli varð ein grind merkt í Sandavági. Talan var um ein bólk á uml. 40 hvalir, harav eini 15 gjørdu landgongd.
Fimm grindahvalir fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept.
Tað tók uml. trý korter at merkja, skrivar Havstovan.
Eftir at vera farin av Sandavági, helt grindin leiðina suðureftir, fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð. Haðani fór hon eystur um Suðuroynna, og er síðan komin suður um Sumbiarstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald