Í løtuni er kjak um, hvørt grind skal verða hildin til ella ikki í mun til tey tilmælini sum eru.
Les eisini: Grind eigur at verða hildin til
Ógjørligt at halda tilmælini tá tað er grind (hvat.fo)
Tvær grindir vórðu merktar í farna mánaði.
Havstovan skrivar á heimasíðu sínari, at merkta grindin úr Bø hevur nú aftur vitjað júst sama økið á Reykjanesrygginum, har hon var fyri trimum vikum síðan. Grindin ferðast spakuliga á grunna partinum av rygginum.
Merkta grindin úr Havn, ið var suðuri við Rockall fyri viku síðan, hevur seinastu dagarnar hildið kósina norðureftir, og er nú á 23 breiddarstigum, ið er tað eystasta grindin hevur verið, skrivar hav.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald