2020-07-02 15:48
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar aftur ferðast vestureftir, og er nú farin um 24 breiddarstig.
Hetta skrivar hav.fo, ið staðfestir, at grindin ið varð merkt tíðliga í juni nú er líka vestliga, sum tá hon vendi á Reykjanesrygginum. Dýpið er 2500 metrar.
Grindin úr Havn: Bert ein sendari
Nú er eisini greitt, at bert ein sendari er í grindini, sum var merkt í Havn miðskeiðis í juni, tí enn ein sendari er sløknaður.
Merkta grindin úr Havn fór fyrst tætt fram við Rockall og er síðani farin vestur í hellingina, har dýpið er 1000 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald