2020-07-06 16:20
Havstovan: Grindin úr Bø, ið var merkt fyri einum mánað síðan, hevur ferðast í ein útsynning, er nú komin vesturum Reykjanesryggin. Hetta er tað vestasta, nøkur merkt grind áður hevur verið.
Grindin úr Havn hevur, eins og grindin úr Bø, hildið kósina í ein útsynning, og er nú komin í økið, har Bø grindin var fyri fýra døgum síðan. Dýpið á leiðini er 2.5000 metrar.
(Mynd: Havstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald