Innanlands

Merktu grindirnar ferðast vestureftir

Grindin úr Bø er komin einar 30 fjórðingar eystan fyri Reykjanesryggin, og grindin úr Havn er nú suður av Ytra Banka, 120 fjórðingar úr landi

Mynd: Hav.fo

Mynd: Hav.fo

2020-06-22 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar ferðast í ein útnyrðing móti Reykjanesrygginum. Komin vestur á Ryggin rakti grindin beint á Stóra Brand, ein kneysi á Rygginum, 45 fjórðingar úr landi, har dýpið bert er 22 metrar, og grindin vendi. Nú er grindin so einar 30 fjórðingar eystan fyri Reykjanesryggin, skrivar Havstovan á heimasíðuna.

Hin grindin, ið varð merkt í Havn, rundaði Munkagrunnin og hevur ferðast í ein vestan. Hon er nú suður av Ytra Banka, 120 fjórðingar úr landi. Sostatt er grindin eisini komin á slóðina av grindini úr Bø.

[object Object]
Mynd: Hav.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder