Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu var stutt, bert áleið fimm fjórðingar.
Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Merkta grindin úr Klaksvík hevur, síðan hon var merkt 16. september, ferðast suðureftir, vestan fyri Føroya-, Ytra- og Ytsta banka, og síðan suður á Hatton banka.
Samstundis hevur grindin, ið var merkt á Fuglafirði 3. september, ferðast norður eftir, eisini móti Hatton banka.
Men hvørgin grindin steðgaði á í økinum. Klaksvíksgrindin helt kósina áfram í ein útsynning, og er nú farin út á djúpari vatn, meðan Fuglafjarðargrindin vendi suður aftur í Hatton dýpið, haðani hon var komin.
Samband er enn við fýra sendarar, og merktu hvalirnir í báðum grindum fylgjast tætt. At slóðirnar kortini stundum fara nakað sundur, er orsakað av misjøvnum neyvleika, tá fylgisveinarnir rokna knattstøðuna hjá grindasendarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald