MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna - eitt arbeiði sum seinastu mongu árini hevur ligið stilt.
Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið, og eisini at seta spælhúsið í stand.
MEST upplýsir – uttan at avdúka í smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða eitt prýði, samstundis sum tað skal økja um trivnaðin í bygdini.
Vestmanna kommuna fegnast um avgerðina, og fer í næstum at samráðast við MEST um, hvat økið við bedingina framyvir kann brúkast til.
Vestmanna kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald