Innanlands

MEST fingið góðkenning til nýggja turrdokk á Skála

Umhvørvisstovan hevur góðkent, at MEST ger eina nýggja turrdokk á Skála

2023-09-28 15:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.

Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá MEST á Skála, bæði núverandi virksemi og virksemið, tá nýggja turrdokkin er tikin í brúk.

Í umhvørvisárinsmetingini er verkætlanin og virksemið lýst, og mett er um ta ávirkan á náttúru og umhvørvi, sum kann væntast av ætlanini, bæði í sambandi við bygging og rakstur.

Nýggja dokkin verður 150 metur long, 33 metur breið og 12 metur djúp á gáttini. Dýpið minkar inn og frameftir í dokkina, so tað innast er 9 metrar.

Virksemið er ný- og umbygging, umvælingar og viðlíkahald av skipum og flótandi eindum, sum liggja við bryggju, eru tikin í dokk ella tikin upp á beding.

Talan er um bæði stál- og timburskip og aðrar flótandi eindir, t.d. fóðurflakar o.a. Maskineindir og -lutir verða umvældir umborð á skipum og á mekaniska verkstaðnum. Virksemið er harafturat tilevning og umvæling av stáleindum á landi, eins og søla av evnum og tilfari.

Nýggja dokkin gevur møguleikar fyri at veita tænastur til øll tey føroysku skipini, tó ikki Norrønu, samstundis sum tað fer at betra um møguleikarnar hjá MEST at bjóða seg fram í altjóða høpi.

Góðkenningarskrivið sæst her

Almenna lýsingin er her

Kelda: Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder