Uttanlands

Meta heitir á Avstralia um at endurskoða forboð móti sosialum miðlum

Tøknirisin, sum m.a. eigur sosialu miðlarnar Facebook og Instagram, sigur seg hava strikað 544.000 kontur, síðan lógin, sum bannar børnum undir 16 ár at brúka soaialar miðlar í Avstralia, kom í gildi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-12 18:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tøknirisin Meta, sum m.a. eigur sosialu miðlarnar Facebook og Instagram, heitir á Avstralia um at endurskoða bannið móti sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár, sum kom í gildi í desember.

Sambært lógini mugu fyritøkur handan sosialu miðlunum forða børnum undir 16 ár at brúka teirra pallar í Avstralia. Taka fyritøkurnar ikki sonevnd rímilig stig fyri at fylgja avstralsku lógini, kunnu teir fáa eina bót á upp í 45,5 milliónir avstralskar dollarar - svarandi til 213 milliónir krónur.

Meta boðar frá, at samtakið hevur strikað 544.000 kontur undir nýggju avstralsku lógini.

Meta sigur seg hava strikað 331.000 Instagram-kontur, 173.000 Facebook-kontur, og 40.000 Threads-kontur.

Meta viðurkennir eisini, at tað hevur skyldu til at fylgja avstralsku lógini.

– Tá tað er sagt, heita vit á avstralsku stjórnina um á uppbyggjandi hátt at samskifta við vinnuna fyri at finna eina betri loysn, sigur Meta.

Eisini endurtekur Meta eina áheitan um, at sonevndir App stores vátta aldurin á fólki og biðja um samtykki frá foreldrum, áðrenn per´sonar undir 16 ár taka niður eina app.

Hetta er, sambært Meta, eisinasti mátin at sleppa undan, at tannáringar ferð eftir ferð fara yvir á nýggjar appir fyri at sleppa undan forboðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder