Mentan

Metallica kemur til Danmarkar næsta ár

Bólkurin skal spæla í Telia Parken 11. juli 2019

Metallica-konsert í Herning fyrr í ár (Mynd: jv.dk)

Metallica-konsert í Herning fyrr í ár (Mynd: jv.dk)

2018-09-24 11:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað er ikki langtsíðani, at Metallica spældu í Danmark, men longu í juli næsta ár kemur vælumtókti bólkurin aftur til Danmarkar.

Hesa ferð verða tað tó keypmannahavnarar, sum sleppa at uppliva metalbólkin á fyrstu rekkju, tá teir spæla í Telia Parken 11. juli í 2019. Tað upplýsir fyrireikarin, Live Nation, í tíðindaskrivi. 

Konsertin í Keypmannahavn er partur av "Worldwired"-konsertferðini, sum leggur dent á seinastu fløguna "Hardwired... to Self-Destruct" frá november 2016.

Metallica skal spæla 25 konsertir í 20 londum komandi vár og summar.

Hóast bólkurin longu hevur verið á konsertferð í Evropa í vár, fer bólkurin aftur í gongd komandi ár - og sum skilst verður dentur hesa ferð lagdur á at spæla uttandurakonsertir á leikvøllum og parkum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder