
Tað hevur gingið væl hjá KJ Hydraulik P/F, sum hevur høvuðssæti á Kambsdali. Felagið veitir tænastur til alivinnuna, fiskivinnuna og aðrar vinnur í Føroyum og uttanlands.
Bruttovinningurin hjá felagnum øktist 18 prosent í 2020 til 80.2 mio.kr, vísir nýggjasti roknskapurin.
Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist 15,2 mió.kr. sammett við 8,4 mió.kr. í 2019. Vøsturin var tí heili 80 prosent.
Hetta er nógv tað besta úrslitið hjá felagnum seinastu 16 árini sambært Vinnuvitan.biz.
KJ Hydraulik er ein fíggjarliga sterk fyritøka. Tað sæst á fíggjarstøðuni í 2020, har ið eginpeningurin var 73,9 mió.kr. í mun til eina samlaðu fíggjarstøðu upp á 147,2 mió.kr. Trygdarevnið er 50 prosent, sum verður mett at verða gott.
Langfreistaða skuldin var 25,6 mió.kr., sum skal haldast upp imóti eini støðisogn á 49,2 mió.kr. Vørugoymslan var 38,5 mió.kr. og áogn í sambandi við sølu var 48,5 mió.kr. Stuttfreiðstaða skuldin til at fíggja ogn í umferð var 45 mió.kr. Felagið hevði harumframt 10 mió.kr. í tøkum peningi við ársenda 2020.
KJ Hydraulik P/F var stovnað í 1978. Stjóri í felagnum er Ólavur Asafsson Olsen.
Eigari av felagnum er móðurfelagið SVB Sp/f. Nevndarformaður er Lillian í Lambanum, sum saman við børnunum Viggo K. Johannesen, Sólvá K. Eliassen og Bergur K. Johannesen eru skrásettir eigarar av fyritøkuni SVB, sum eigur partabrøvini í KJ Hydraulik P/F.
KJ Hydraulik gjørdist ársins virkið í 2016.
Greiningin er gjørd av vinnuráðgevarafyritøkuni Sp/f Nira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald