Innanlands

Methøgt smittutal - færri eru nú innløgd

279 smittutilburðir og eitt positivprosent á 9,6 í kanningunum í gjár - bæði eru met. Nú eru 1.205 smittað við koronu - trý eru innløgd

Tað er í stóran mun talið av innløgdum, ið avger, um broytingar skulu vera í tilmælum. Hóast methøg smittutal bendir støðan ikki á, at Omikron stórliga ávirkar stóra meirilutan (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað er í stóran mun talið av innløgdum, ið avger, um broytingar skulu vera í tilmælum. Hóast methøg smittutal bendir støðan ikki á, at Omikron stórliga ávirkar stóra meirilutan (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-01-04 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smittutølini seta aftur met, men tað er ikki óvæntað at Omikron smittar nógv og skjótt, og í løtuni er talið av innløgdum heilt lágt, í mun til smittutal. 

Eftir kanningarnar í gjár er greitt, at í løtuni eru íhvussu er 1.205 fólk í Føroyum smittað við koronu. Hetta er hægsta skrásetta talið nakrantíð - 99 fleiri enn í kanningunum sunnudagin, tá smittumet fyri ein einstakan dag varð sett.

Hetta metið varð tikið í kanningunum í gjár - korona.fo boðaði fyri løtu síðani frá, at 279 koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað eru 32 fleiri enn sunnudagin, men væl færri kanningar vórðu gjørdar í gjár - 2.879 kanningar - ið gevur eitt positivprosent á 9,6. Tað merkir, at næstan tíggjundi hvør, ið kannaði seg mánadagin 3. januar, var positivur.

Kontakttalið er eisini vaksandi, men tað er talið av innløgdum ikki, sum nú er. Í gjár vóru fimm innløgd í løtuni eru trý innløgd við koronu. Tað er talið av innløgdum, og harvið trýstið á Sjúkrahúsverkið, ið heilsumyndugleikarnir serliga hyggja eftir. Uttan so tað veruliga veksur, so koma ikki fleiri avmarkingar.

Les eisini: 
Skeinkistøð verða framvegis biðin um at lata aftur klokkan 23


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder