Skeinkistøð verða framvegis biðin um at lata aftur klokkan 23

Víðkaðu tilmælini halda fram, boðar Løgmansskrivstovan frá. Hvussu leingi er óvist, men tað er ikki uttan so at støðan í Sjúkrahúsverkinum versnar, at nýggj fráboðan kemur. Einki nýtt er at frætta um koronupassi, ið harvið framvegis er í gildi - hóast myndugleikar hava sett stór spurnartekin við tað

Løgmaður segði millum jól og nýggjár, at koronupassið skuldi umhugsast. Hann hevur nú eisini staðfest, at strangari tiltøk ikki koma í verk, uttan so at sjúkrahúsverkið kemur undir størri trýst (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður segði millum jól og nýggjár, at koronupassið skuldi umhugsast. Hann hevur nú eisini staðfest, at strangari tiltøk ikki koma í verk, uttan so at sjúkrahúsverkið kemur undir størri trýst (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-04 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um tað beinleiðis er undir gula ella reyða ljósinum í koronuferðsluskipanini hjá mynduleikunum - stigi tvey ella trý - ella um tað er eitt slag av blanding - ið tað meira ella minni tykist at vera - er heldur óvist og helst eisini líkamikið í hesum førum. Landsmyndugleikarnir kalla tað víðkað tilmæli, ið komið varð við undan jólum og sum so einki broyttist millum jól og nýggjár, tá smittutølini fóru uppaftur hægri upp, og tíðindafundur var.

Les eisini: Kunningarfundur við lítlari kunning

Tá fekst millum annað at vita, at farsóttarnevndin aftur skuldi hava fund 3. januar, ið var í gjár. Har var millum annað komið fram til, at víðkaðu tilmælini halda fram. Tey eru hesi, sambært lms.fo og korona.fo: 

- Í mesta lagið 100 fólk kunnu savnast við koronapass og 20 fólk uttan koronapass.
- Skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur kl. 23.
- Skúlar, stovnar, frítíðarvirksemi v.m. tillaga í mun til smittustøðuna
- Øll ferðandi skulu í heimauppihald til svar uppá kanning 2. dag eftir komu.
- Vit vísa varsemi tá vit fara til handils.

Harvið eru hetta ring tíðindi til skeinkistøð, ið tó helst fáa okkurt slag av endurgjaldi. Skúlarnir byrja aftur í morgin, og so er spurningurin, hvussu nógv skúlagongdin ymsastaðni fer at verða ávirkað, nú nógv eru smittað og/ella í sóttarhaldi, og nógv onnur fara at vera smittað og skulu í sóttarhald.

- Sjálvt um smittan er vaksandi, er í løtuni tamarhald á trýstinum á sjúkrahúsverkinum umframt at talið av innleggingum er lágt. Farsóttarnevndin hevur boðað landsstýrinum frá, at tey meta at verandi tiltøk eru nøktandi. Tí er avgjørt, í samráð við Farsóttarnevndina, at halda fram við víðkaðu koronatilmælunum.

[object Object]
Formaðurin í farsóttarnevndini og fútin, Micheal Boolsen, á tíðindafundinum í Kringvarpinum 30. desember 2021. Nevndin hevur onga broyting gjørt - heldur ikki viðvíkjandi koronupassinum, ið sambært limi har onga nyttu ger (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta skrivar Løgmansskrivstovan í dag. Mint verður samstundis á, at "støðan framvegis er álvarsom og at halda tilmælini", og eisini verður boðað frá, at tað er ikki uttan so, at støðan í sjúkrahúsverkinum versnar, at ein nýggj fráboðan.

Harvið er tað ikki talið av smittaðum, ið sum so er avgerandi fyri tilmæli o.s.fr. Hetta varð eisini lagt upp til 30. desember, tá løgmaður staðfesti, at øll verða helst smittað við Omikron fyrr ella seinni - tað smittar illa, koppsetingarnar verja sum so ikki fyri smittu, men tað er í allarflestu førinum heilt milt. Tað snýr seg um trýstið á Sjúkrahúsverkið, og í løtuni er tað ikki stórt. Fimm eru innløgd við koronu, sambært nýggjastu tølunum, og beint fyri nýggjár staðfesti Bjarni á Steig, at fá starvsfólk í Heilsuverkinum vóru smittað ella í sóttarhaldi.

Bjarni á Steig segði tá við Portalin, at støðan við koronupassinum skuldi takast uppaftur 3. januar, og tá kundi broytingar viðvíkjandi tí. Lars Fodgaard Møller, landslækni, váttað í desember fyri Portalinum, at einki vísindaligt prógv er fyri at passið minkar um smittutrýstið, og at við omikron er koronupassið  vorðið meira nyttuleyst. Tað er tó framvegis í gildi - nú næstan tveir mánaðir eftir, at kom í gildi eftir trýst frá Farsóttarnevndini og frá nógvum fólki.

Les eisini: 
Man eigur at umhugsa koronupassið
Omikron ger koronapassið nyttuleyst

Dagført: 18.04

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder