Innanlands

Methøgur miðalhiti á norðaru hálvkúlu í summar

Í Føroyum er tó ikki talan um methøgan miðalhita, vísa hagtølini hjá DMI

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-15 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Summarmánaðirnir juni, juli og august vóru teir heitastu, sum nakrantíð eru skrásettir á norðraru hálvkúluni.

Tað vísa nýggj hagtøl hjá amerikansku veðurkanningarstøðini, Noaa.

Hesir tríggir mánaðirnir vóru 1,17 stig heitari enn miðal fyri 20. øld, vísa mátingarnar.

Sambært Noaa var august í ár tann næstheitasti august, ið nakrantíð er máldur í tey 141 árini, sum hitin er skrásettur.

Árið í ár er eisini á veg til at gerast millum tey fimm heitastu árini, sum nakrantíð eru skrásett, skrivar dr.dk.

Ikki galdandi fyri Føroyar
Hitametið er tó ikki galdandi fyri miðalhitan heima hjá okkum.

Sambært DMI var miðalhitin í Havn 9,5 í juni í ár, 10,3 í juli og 11,0 í august. Í fjør var miðalhitin hesar tríggjar mánaðirnar ávikavist 9,2, 11,3 og 11,3 og í 2018 var hann 9,7, 11,5 og 11,0.

Tá tað kemur til miðalhita fyri alt árið, er 2014 tað heitasta árið hesi seinastu sjey árini, vísia hagtølini hjá DMI. Síðan 2014 hevur miðalhitin fyri alt árið verið: 8,1 - 7,1 - 7,3 - 7,6 – 7,3 og 7,2. Higartil í ár er miðalhitin 7,3 stig. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder