Innanlands

Metir at uppgávurnar kunnu fult út røkjast

Tað er ikki í stríð við armslongdarprinsippið, at formaðurin í nýggja stýrinum í Bústøðum eisini er fulltrúi í Almannamálaráðnum, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum hevur svarað fyrispurning hjá Eyðgunn Samuelsen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

2021-04-28 17:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku kunngjørdi Almannamálaráðið, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevði valt nýtt stýri fyri Bústaðir. Nýggi formaðurin í stýrinum arbeiðir hjá Almannamálaráðnum sum fulltrúi, og tað hildu fleiri vera undranarvert, m.a. Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Eyðgunn Samuelsen, setti tí Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyrispurning um málið. Hon vildi m.a. hava at vita, um landsstýriskvinnan sjálv metti tað vera í tráð við armslongdarprinsippið, at nýggi formaðurin í stýrinum eisini starvast hjá Almannamálaráðnum, sum eisini fæst við bústaðarmál.

Les eisini: Eyðgunn Samuelsen: Hvar er armslongdarprinsippið?

Í svari til Eyðgunn Samuelsen skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur m.a. soleiðis:

Nú greiðir spyrjarin ikki nærri frá hugtakinum “armslongd”, men landsstýrismaðurin skilir tað soleiðis, at hann skal tryggja, at stýrið innan fyri karmarnar av lógini kann virka óheft av landsstýrismanninum. Hetta fyri at almenningurin kann hava álit á, at landsstýrismaðurin óheft

  • kann fremja tað lógarfesta eftirlitið við stovnin,
  • kann virka sum kærumyndugleiki,
  • kann viðgera umbønir um at víkja frá lógarkravinum um samstarv við privatar íleggjarar,
  • og óheft kann“gera avtalu” –sum tikið verður til í lógini -við stýrið um staðseting og málbólk fyri tær 200 milliónir krónurnar til serligar málbólkar.

Sum vera mann kunnu avtalur bert gerast millum partar, sum eru óheftir hvør av øðrum.

Talan er um ein út av fimm stýrislimum, og soleiðis sum Almannamálaráðið er skipað, metir landsstýrismaðurin, at hesar uppgávur fult út kunnu røkjast.

Fyrispurningur og svar sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder