Mentan

Metstór føroysk luttøka á The Great Escape

Jazzygold og Frum eru løgd afturat í dag, so tilsamans verða fimm føroysk nøvn við á altjóða tónleikastevnuni í Brighton

2023-03-07 12:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Faroese Music Export, FMX, kundi fyri kortum boða frá, at Føroyar aftur fara at verða væl umboðaðar við heilum fýra tónlistafólkum á tí almennu skránni til The Great Escape Festival i 2023.

Marianna Winter, Brimheim og Æðrasoppar vórðu kunngjørd tá, meðan vit bíðaðu eftir einum fjórða tónlistafólki, ið skuldi kunngerast. Í dag er so greitt, at tað verða ikki fýra føroysk tónlistafólk á almennu skránni á The Great Escape, men heili fimm!

Tí at umframt Mariannu Winter, Brimheim og Æðrasoppar eru nevniliga bæði Jazzygold (Jasmin Mote, -red.) og Frum løgd aftrat á skránni.

[object Object]Jazzygold

Glenn Larsen, leiðari fyri FMX, stórfegnast:

- Hetta verður ein spennandi og hektisk vika fyri føroyskan tónleik. Vit vita, at umframt metnógv tónlistafólk eru á skránni til The Great Escape, so er hetta sama vikan, sum Reiley fer á pallin í Liverpool. Haraftrat er líkt til, at vit fara at hava tónlistafólk á Tallinn Music Week, sum eisini eru júst somu dagar.

Les eisini: Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winther til The Great Escape 

Um tónlistafólkini, ið koma á festivalin, sigur Glenn Larsen:

- Brimheim spældi eisini í 2022, men er nú boðin við aftur av The Great Escape fyri at spæla meiri profilerað spot. Hjá Æðrasoppum og Mariannu Winter er hetta fyrsta stig út í Europa. Tær vórðu báðar bílagdar eftir, at bíleggingarstjórin hjá The Great Escape slapp at uppliva tær á G! Festivalinum í fjør summar. Eg eri sannførdur um, at tær fara at taka henda kjansin við báðum hondum.

- Jazzygold er væl í gongd við eitt internationalt átak, og afturljóðið og áhugin hava verið mikið góð, meðan Frum hevur eitt apparat aftanfyri seg, sum eg eri sannførdur um, at vit fara at fáa nógv burturúr á festivalinum.

[object Object]Frum


The Great Escape Festival er ein tríggjar dagar long tónleikastevna, ið verður skipað í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar skipa fyri henni, og her verður vístur nýggjur musikkur úr fleiri sjangrum. Stevnan varð stovnað í 2006 og er vertur fyri einar 300 bólkar, býttir á 30 pallar um allan býin.

Stevnan dregur tónleikavinnufólk úr øllum Europa og øðrum pørtum av heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum. Og ikki minst ein makaleysur møguleiki fyri at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni.

The Great Escape er kend fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og fólk sleppa at uppliva tónleikarar á einum meiri inniligum leikpalli, áðrenn teir spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.

Millum tann stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru mæt nøvn sum Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur. 

Tey fimm føroysku nøvnini á festivalinum í ár, Æðrasoppar, Brimheim, Marianna Winter, Jazzygold og Frum fara at spæla í minsta lagi á tveimum almennum konsertum hvør á festivalinum.

Í samstarvi við G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum úr tónleikavinnuni og almenninginum. Eisini henda konsertin er partur av tí almennu skránni.

Í fjør varð hesin parturin rættiliga væl vitjaður, og afturmeldingarnar hava bara verið góðar.
  
Meira um The Great Escape her  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder