
Á tíðindafundinum har Mette Frederiksen kunngjørdi, at Danmark letur landamørkini aftur, varð hon eisini spurd um heilsustøðuna hjá henni sjálvari og øðrum limum í stjórnini.
Forsætisráharrin kundi avdúka, at hon hevði havt onkur sjúkueyðkenni, at hon ikki føldi seg væl, og tí varð ein roynd tikin. Hon var tó negativ.
Danmark, ið hevur meira enn 800 staðfestar tilburðir av coronavirusi, steingir nú av. Danskir ríkisborgarar sleppa inn í landið (harvið kemur hetta eftir øllum at døma ikki at ávirka føroyingar) - teir verða mæltir til at koma heim - annars sleppa bert onnur, har støðan er bráfeingis. Hetta kemur í gildið í morgin, og av álvara í komandi viku har kanningar verða gjørdar við øll mørkini. Læst verður av í ein mánað - til 13. apríl
Les eisini: Danmark stongir mørkini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald