Uttanlands

Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen hava tíðindafund um støðuna

Ovastu leiðararnir í Danmark og Grønlandi, sum Aksel V. Johannesen og hinir samgonguleiðararnir skulu hitta í morgin, vera at hoya nú klokkan 14, nú samstarvið við USA er í brennideplinum

Mette Frederiksen, Aksel V. Johannesen og Jens-Frederik Nielsen á tíðindafundi í sambandi við ríkisfund í Føroyum í summar- tey hittast aftur í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Mette Frederiksen, Aksel V. Johannesen og Jens-Frederik Nielsen á tíðindafundi í sambandi við ríkisfund í Føroyum í summar- tey hittast aftur í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-13 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spenningarnir millum USA og Danmark eru vaksandi, samstundis sum amerikanski áhugin fyri Grønlandi er vaksandi.

Í hesi vikuni skullu Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt, uttanríkisrábyrgdarar, á fund við uttanríksráðharran í USA, Marco Rubio, umframt varaforsetan J.D. Vance. Samstundis koma republikanskir senatorarar til Danmarkar.

Stóri spurningurin er, hvat hendir við Grønlandi. Tað fer helst ikki at verða greiðari í dag, men Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen fara um eina løtu at seta orð á støðuna.

Kallað er inn til tíðindafund í Keypmannahavn klokkan 14 føroyska tíð, har ovastu leiðararnir í Danmark og Grønlandi fara at greiða frá, hvar tey standa.

Til ber millum annað at fylgja við á TV2 News og á tv2.dk

Í morgin, 14. januar, verður ríkisfundur í Keypmannahavn, umframt fundur í samstarvsráðnum.

Har luttaka umboð fyri Føroyar: Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder