"Kongelig undersøger".
Soleiðis er heitið á tí persóni, sum sleppur at standa á odda fyri at skipa nýggja stjórn í Danmark.
Hetta verður enn einaferð Mette Frederiksen - hóast stóra persónliga afturgongd og vánaligasta valið hjá flokki hennara Sosialdemokratiet síðani 1903.
Sí eisini: Mette Frederiksen mist nærum 20.000 atkvøður
Tað er greitt, eftir "kongaliga umfarið" í dag, har flokkarnir í Danmark fóru fyri kong at peika á sítt boð uppá samráðingarleiðara.
Socialdemokratiet, SF, Enhedslisten, De Radikale og Alternativet hava peikað á forsætisráðfrúnna seinastu tvey valskeiðini sum samráðingarleiðara.
Hesi eru í reyða blokkinum - til vinstru - og hava samanlagt 84 sessir. Tað røkkir ikki til ein meiriluta, og so er spurningurin, um Mette Frederiksen fer eftir Lars Løkke Rasmussen. Hann og Moderaterne kunnu gerast tungan á vágskálini, sum flokkurin á miðjuni.
Sí eisini: Liggur eftir øllum at døma í hondunum á Løkke
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald