
Í dag hevur Aksel V. Johannesen lagt fram føroysku ynskini um broytingar í ríkisrættarligu støðuni millum Føroyar og Danmark.
Men sambært tíðindafundinum í Stokkastovuni í Tinganesi í dag, so skulu føroyingar ikki rokna við at nakað av týdningi hendur á hesum øki í bræði.
Tí Mette Frederiksen, danski statsministarin, tykist ikki at hava stundir til at ganga føroysku ynskjunum á møti her og nú.
Hon er ikki avvísandi fyri at tillaga viðurskiftini, men tað eru aðrar uppgávur, ið treingja seg meira uppá.
- Mítt fokus í løtuni er at bjarga vesturheiminum – og forða fyri at russar finna upp á at fremja fleiri álop í Evropa, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum.
Hon legði fleiri ferðir áherðslu á, at tað er ein álvarsmikil og vandamikil tíð, vit liva í trygdarpolitiskt. Og hetta var eisini orsøkin til, at danski verjuovastin var við á fundinum millum stjórnarleiðararnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum í Tinganesi í dag. Hetta er ikki hent fyrr.
Stjórnarleiðararnir søgdu onki um hvat kom fram á fundinum við verjuovastan, tí slíkt fer fram í trúnaði. Men hetta vísir, at trygdarpolitiska støðan verður tikin í allar størsta álvara.
Í hesum sambandi segði Mette Frederiksen millum annað, at hon gleddist um, at Nato nú tekur hóttanina í Norðuratlantshavi og í Grønlandi í størsta álvara.
Og sum hon fyrr hevur sagt, so er neyðugt at gera stórar íløgur í verjuni av Evropa og vesturheiminum, tí alt bendir á, at álvarsliga trygdarpolitiska støðan ikki er ein løtuhóttan, men ein hóttan, sum fer at standa við í longri tíð.
Hetta er eisini orsøkin til, at Danmark hevur sett sær fyri at gera stórar íløgur í verjuna í komandi árum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald