2025-09-25 16:44

Í summar søkti Vágs Kommuna eftir einum leiðandi húsavørði.
Tá freistin at søkja var úti, vórðu fimm umsóknir komnar. Allar frá monnum .
Avgjørt varð at seta Michael í Lágabø í starv. Heimasíðan vagur.fo skrivar í dag, at vágbingurin er settur í starv sum húsavørður.
Michael er 49 ára gamal og útbúgvin timburmaður. Seinastu árini hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi.
Nýggja starvsfólki, sum hevur yvirskipaða ábyrgd fyri bygningum hjá komunnuni, byrjaði í starvinum mánadagin 15. Septembur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald