Matstovan Restaurant 108 í Keypmannahavn, sum hevur eina Michelin-stjørnu, letur aftur um ein mánað.
Tað boðar matstovan frá á einum uppslagi á Facebook. Tað er koronakreppan, ið er orsøk til at henda kenda matstovan steingir. Serliga er tað talið av útlendskum gestum, sum er orsøk til, at matstovan ikki hevur nokk av gestum nú. Tað verður ikki mett, at matastovan í longdini kann klára seg í teimum núverandi hølunum.
Restaurant 108 liggur í Strandgade á Christianshavn, beint aftan fyri Norðuratlantsbryggjuna har føroyska umboðsstovan heldur til. Eigararnir av hesi matstovuni eru nakrir av teimum somu, ið eiga Noma, og 108 hevur ofta verið kallað lítlasystirin hjá Noma.
TV2 skrivar, at tað ikki er ósannlíkt, at Restaurant 108 letur uppaftur, men so verður tað helst í øðrum hølum aðra staðni í býnum.
TV2 skrivar, at høvuðskokkurin Kristian Baumann tekur seg úr felagnum, sum sleppur undan at fara á húsagang. Restin av eigarunum hevur ætlanir um at lata uppaftur í Strandgade 108 við eini matstovu, ”ið hóskar betri til marknaðin”.
Teir, ið hava skrivað undir boðini á Facebook, eru Kristian Baumann, høvuðskokkurin og eigarin av Noma, René Redzepi og stjórin í Noma, Peter Kreiner.
108 er ikki fyrsta Michelin stjørnuprýdda danska matstovan, ið er komin í trupulleikar í koronakreppuni.
Í mars var vandi fyri, at matstovan Kadeau eisini skuldi fara av knóranum. Ein Kadeau-matstova er í Keypmannahavn við tveimum Michelin-stjørnum og ein er á Bornholm við einari stjørnu.
Men Kadeau varð bjargað, tá fleiri ’kend fólk’ settu pengar í fyritøkuna, skrivar TV2.
Restaurant 108 í Strandgade letur aftur 30. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald