Mentan

Michelin: Tvær stjørnur til Poul Andrias

Hóast tað einans eru fáir mánaðir síðan matstovan Paz læt upp – so fær hon nú tvær stjørnur frá Michelin Guide

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-16 18:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

(Upptøka: Michelin Guide)

Føroyar eiga aftur eina tvey stjørnaða matstovu.

Matstovan Paz (stendur fyri Poul Andrias Ziska), sum liggur í veghæddini á Hotel 62 Norð hevur í kvøld fingið tvær stjørnur í sambandi við at norðurlendsku Michelin stjørnurnar vórðu býttar út.

Harvið megnaði Poul Andrias at fáa tær báðar stjørnurnar – kunnu vit siga – sum hann megnaði at fáa sum høvuðskokkur í matstovuni Koks, sum ikki er til longur (ella í løtuni).

Hetta má vera rættiliga óvæntað, tí tað er ikki meira enn tveir mánaðir síðan at matstovan í Dr. Jacobsensgøtu læt upp.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder