Mentan

Michelle Obama vinnur Grammy-virðisløn

Fyrrverandi forsetafrúan vann eina Grammy fyri ljóðbókaútgávuna av sjálvsævisøguni "Becoming"

Michelle Obama (Savnsmynd)

Michelle Obama (Savnsmynd)

2020-01-27 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanska forsetafrúan, Michelle Obama, var millum tey, ið vunnu eina Grammy-virðisløn í nátt føroyska tíð, tá skipað varð fyri 62. Grammy-handanini í Los Angeles. 

Michelle Obama vann í kategoriini, sum á enskum verður nevnd "Best Spoken Word Album" fyri ljóðbókaútgávuna av sjálvsævisøguni "Becoming", sum varð givin út í november 2018.

Bókin hevur selt fleiri enn 2,7 mió. eintøk um allan heimin, og snýr hon seg um lívið hjá Michelle frá hon var barn til hon gjørdist forsetafrúa.

[object Object]Hardback eintøk av "Becoming" hjá Michelle Obama (Mynd: EPA)

Sostatt hevur Obama-parið nú vunnið tilsamans tríggjar Grammy-virðislønir.

Maður Michelle, fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur nevniliga vunnið tvær Grammy-virðislønir fyri ljóðbókaútgávunar av endurminningum sínum "Dreams From My Father" og "The Audacity of Hope".

Sambært TV2, eru Obama-hjúnini ikki tey fyrstu fyrrverandi íbúgvarnir í Hvítu Húsunum at vinna eina Grammy fyri ljóðbókaútgávu.

Clinton-hjúnini hava eisini vunnið tríggjar Grammy-virðislønir. Bill Clinton hevur vunnið eina, og kona hansara, Hillary Clinton, hevur vunnið tvær.

Ein annar fyrrverandi amerikanskur forseti, sum hevur vunnið eina Grammy-virðisløn er Jimmy Carter.

Yvirlit yvir Grammy-vinnarar sæst her.

Les eisini: 5 virðislønir: Billie Eilish gjørdist stóri Grammy-vinnarin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder