
Eftir at umboðini fyri Kommunufelagið og Miðflokkin høvdu tikið seg úr nevndini, var nýval av varaforfólkinum í Demokratia.
Nevndin fyri Demokratia, sum verður vald fyri alt valskeiðið, ið løgtingið situr, skipar seg sjálv við forfólki og varaforfólki. Á nevndarfundi hósdagin í farnu viku varð einmælt samtykt, at Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen skuldi verða nýggj varaforkvinna.
Bjartskygnið ræður
Demokratia hevur serliga nógv virksemi, tá valár er. Seinasta valið á skránni var kommunuvalið í november í 2024. Einki val er á skránni í ár, men Demokratia er farið undir at fyrireika seg til komandi løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi á vetri í 2026. Tá verður málið at fáa nýtt met, tá tað ræður um kvinnuumboðanina, sigur varaforkvinnan.
- Eftir seinasta løgtingsval komu vit upp á 10 av 33 løgtingslimum, ið vóru kvinnur. Valið í 2019 varð eitt afturstig. Lata vit dapurskygnið ráða, so er væl at merkja vandi fyri enn einum bakkasti komandi løgtingsval. Men í Demokratia eru vit bjartskygd, tí møguleiki er fyri, at komandi valið kann gerast metgott.
Formaðurin í Demokratia, Niels Uni Dam, er samdur í, at komandi løgtingsvalið verður ein møguleiki at økja um kvinnuluttøkuna. Tó so leggur hann dent á, at einki skal takast fyri givið.
- Tað hoyrist mangan millum fólk, at vit skulu lata javnstøðuna koma av sær sjálvari. Men royndirnar hjá Demokratia siga okkum, at arbeiðir tú ikki miðvíst, kemur tú ikki á mál. Eitt nú sóu vit til kommunuvalið í fjør, at bæði talið av atkvøðum, sum fóru til kvinnur, og talið av kvinnum á uppsitllingarlistunum vóru sera høg. Men tá av tornaði lækkaði kvinnuparturin úr 36 prosentum niður í 33 prosent, greiðir Niels Uni frá.
- Tí er neyðugt at halda fram. At varpa ljós á fólkaræðisliga týdningin av størri kvinnuumboðan í løgtinginum. At heita á allar kvinnur um at bjóða seg fram, tí vit mugu somuleiðis tryggja, at næsta ættarlið fær sínar røddir við. At heita á fjølmiðlarnar um at geva kvinnunum pallarnar á jøvnum føti við menninar. At minna veljaran á, at kvinnur eru minst líka væl skikkaðar politikarar sum menn. Tað handlar ikki bara um tølini á einum pappíri; tað handlar um, at føroyskur politikkur skal spegla alt samfelagið. Vit fáa betri avgerðir, tá bæði kvinnur og menn sita við borðið, staðfestir Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen.
Um Demokratia
Demokratia sá dagsins ljós í 2006 eftir at Løgtingið hevði samtykt, at táverandi landsstýrisfólkið við javnstøðumálum skuldi seta nevnd við tí endamáli at økja um kvinnuleiklutin í politikki. Í nevndini eru eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagaamskipan Føroya og eitt umboð fyri javnstøðunevndina. Nevndin arbeiðir støðugt til frama fyri javnari kynsumboðan í politikki, umframt at gera fólk varug við týdningin av, at bæði kynini eiga at vera umboðað, tá politiskar avgerðir verða tiknar. Sambært viðtøkum nevndarinnar skal arbeiðast fram ímóti, at talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrum økist, soleiðis at umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.
Í nevndini sita: Niels Uni Dam fyri javnstøðunevndina, Elisa Vang fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya, Sára Jógvansdóttir fyri Kommunufelagið, Jóhan Eli Poulsen fyri Fólkaflokkin, Rasmus Son Mørkøre fyri Sambandsflokkin, Sigrið Sámalsdóttir Hentze fyri Javnaðarflokkin, Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen fyri Tjóðveldi, Hilbert í Grógv fyri Framsókn og Mia av Kák fyri Miðflokkin. Varaumboð eru Mary Antonsdóttir fyri javnstøðunevndina, Marna Jacobsen fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya, Jóannes Lisberg fyri Kommunufelagið, Lillian Bjarnadóttir Poulsen fyri Fólkaflokkin, Maud Poulsen fyri Sambandsflokkin, Ólavur Larsen fyri Javnaðarflokkin, Rani Nolsøe fyri Tjóðveldi, Birita Arge fyri Framsókn og Dánjal av Rana fyri Miðflokkin.
Brandur Mortensen Nolsøe er skrivari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald