At semingsmaðurin ikki megnaði at fá semju millum partarnar, merkir ikki at landsstýriskvinnan kann seta seg hendur í favn og bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.
Tað siga miðfokkatingmenninir Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana í áheitan til samgonguna.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall 2. oktober, og síðani er lítið hent millum partarnar. Verkfallið er hert hvørja viku, og nú eru 40 deildir í sjúkrahúsverkinum raktar av tí.
- At landsstýriskvinnan ikki heldurs seg megna at gjalda ta upphædd, sum hon metir at krøvini hjá fakfeløgunum fara at kosta, merkir heldur ikki, at hon hevur fingið ein rætt til at ganga og bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.
- At landsstýriskvinnan heldur krøv Sjúkrarøktarfrøðinganna vera órealistisk og nógv ov høg, merkir heldur ikki, at hon hevur fingið heimild at bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.
- Miðflokkurin heitir tí á Landsstýriskvinnuna um at fara til verka, tí bert í dialogi við sjúkrarøktarfrøðingarnar kann harmuliga og skjótt vandafulla støðan á arbeiðsmarknaðinum loysast. Um hetta ikki hendir, má Føroya Løgmaður taka yvir og loysa hetta fyri Føroyar og føroyingar sera vandamikla mál, siga teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald