Uttanlands

Miðil: USA fingið nýtt friðaruppskot frá Iran

Uppskotið snýr seg um, at Hormuzsundið skal lata uppaftur, ein endi skal fáast á krígnum, og kjarnorkusamráðingar skulu útsetast

Pakistanski varaforsætisráðharrin, Ishaq Dar og iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi undir vitjan hjá Araghchi í Pakistan um vikuskfitið (Mynd: EPA)

Pakistanski varaforsætisráðharrin, Ishaq Dar og iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi undir vitjan hjá Araghchi í Pakistan um vikuskfitið (Mynd: EPA)

2026-04-27 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur gjøgnum pakistanskar meklarar fingið eitt nýtt uppskot frá Iran um at lata uppaftur Hormuzsundið og fáa ein enda á krígnum.

Kjarnorkusamráðingar skulu tó útsetast til seinni, skrivar amerikanski miðilin Axios, sum sigur seg hava fingið upplýsingarnar frá einum ónevndum amerikonskum embætisfólki og tveimum øðrum keldum, sum kenna til málið.

Í farnu viku varð boðað frá samráðingum millum USA og Iran í Pakistan, og var ætlanin hjá USA at senda serligu sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner, men Iran helt fast við, at eingin ítøkilig ætlan varð gjørd um nakrar fund. Tað var orsøkin til, at amerikanski forsetin, Donald Trump avlýsti ferðina hjá sendifólkunum, segði hann.

– Vit kunnu gera tað umvegis telefon. Iranar kunnu ringja til okkum, um tey ynskja tað. Vit fara ikki at ferðast bara fyri at sita har, segði amerikanski forsetin við Axios.

Trump fer í dag at hava fund um Iran við síni ovasta trygdar- og uttanríkispolitisku toymi, siga keldur við amerikanska miðilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder