Ein av fyrstu døgunum verður uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, partur av tingmanningini hjá Tjóðveldi.
Tað vita vælvitandi keldur hjá tíðindasíðuni in.fo í dag.
Sonja Jógvansdóttir var annars væl fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í 2015 við 1012 atkvøðum. Bert fáar dagar eftir valið meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum serliga orsaka av støðuni hjá flokkinum um hjúnarbandslógina.
Nú er hon so - sambært in.fo - á veg upp í Tjóðveldi.
Sjálv sigur hon á Facebook í morgun, at tað ikki er so umráðandi hvønn flokk hon fer í, men vil heldur brúka orkuna upp á politikk.
- Í mun til stóru avbjóðingarnar, sum tey ið liva í fátækraváða hava, og tær nógvu familjur hava, sum ikki hava tak yvir høvdið, so er mín politiska framtíð ein luksustrupulleiki.
- Lat okkum heldur brúka orkuna at loysa stóru samfelagstrupuleikarnar við fátækradømi og bústaðarneyð, heldur enn hvar mín politiska framtíð verður, skrivar Sonja Jógvansdóttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald